Ein hátrýstsryggur, 1008 hPa, liggur yvir Føroyum, sum í dag hevur við sær lítið lot vestan. Eitt lágtrýst, 997 hPa, nærkast vestaneftir og fer framvið Føroyum sunnudagin. Hetta hevur við sær eitt brúgvalag við regni og frískan vind upp í strúk leygarkvøldið og sunnudagin.
Eitt hátrýst, 1033hPa við Asorunum og eitt annað lágtrýst, 1002 hPa, við Kappan hava saman eitt rák vestaneftir móti Føroyum frá sunnudegnum. Seinnapartin sunnudagin byrjar látrýstið, sum liggur við Kappan, at ferðast eystureftir og verður yvir Føroyum týsdagin. Brúgvaløg hagani við regni og vindi verða yvir Føroyum mánadagin og næstu dagarnar.
Forsøgn galdandi til leygarmorgunin
Lítið lot av útsynningi enn 5 m/s. Smáskýggjað og yvirhøvur turt. Í kvøld lot til frískt lot av útsynningi, sum í nátt gongur yvir í landsynning, 3 til 8 m/s. Hitin 6 til 11 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin veksur hann upp í frískt lot til frískan vind av landsynningi, út á kvøldið eitt skiftið eystan, 5 til 10 m/s. Tað dregur á luftina og tað fer at regna. Út á kvøldiđ støkkur hann niður í útsynning, og tað slítir í. Hitin 5 til 10 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 9 stig. Út á dagin gongur vindurin upp í norðan, og seinni útnyrðing og veksur upp til frískan til hvassan vind, 10 til 15 m/s eitt skiftið. Samdrigið og regn, men út á kvøldið ælaveður. Hitin 4 til 9 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, men út á seinnapartin slítur í eitt skiftið. Hitin 6 til 10 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn, tó slítur eitt skiftið seinnapartin. Hitin 6 til 10 stig.
Mikudagin
Strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og regn. Hitin 6 til 10 stig
Kelda https://vedrid.fo/