Ongi úrslit

Veðurforsøgn

Jóhanna Højgaard
11 tímar síðan

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkandi niður í lítið lot eystan, minni enn 5 m/s, í nátt av ymsum ættum. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt, serliga vestanfyri, men í støðum eystanfyri mjørki og viðhvørt sirm, kanska okkurt ælið. Hitin um dagin 15 til 20 stig, í nátt og í mjørkanum 11 til 15 stig.

Týsdagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Stundum sól ella sólglottar og turt, tó í støðum skýggjað, mjørki, og eitt skifti regn ella okkurt ælið. Hitin í sólini 15 til 20 stig, um náttina og í mjørkanum 12 til 15 stig.

Mikudagin

Lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og mjørki, tó í støðum eisini sól ella onkur sólglotti eitt skifti. Hitin 11 til 14 stig, í støðum 18 stig.

Hósdagin

Lot sunnan, undir 5 m/s, samdrigið og mjørki í støðum, men sum frá líður klárari og sól ella onkur sólglotti, serliga norðanfyri. Hitin 10 til 14 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot millum sunnan og landsynning, 3 til 8 m/s, skýggjað og viðhvørt ælaveður. Hitin 10 til 15 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og stundum driv ella ælaveður. Hitin 10 til 15 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

17 tímar síðan

Epstein var ikki dripin í klivanum

8. juli kl. 19:41