Ongi úrslit

Veðrið næstu dagarnir

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 12:24

Forsøgn galdandi til fríggjamorgunin

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, bert stundum okkurt einstakt ælið í støðum. Hitin 9 til 14 stig.

Fríggjadagin

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt, bert stundum okkurt einstakt ælið í støðum.

Um náttina lækkar ættin niður í sunnan og vindurin veksur upp í lot til frískt lot, 3 ti 8 m/s. Hitin 9 til 14 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, seinnapartin dregur á luftina og út ímóti kvøldinum fer at regna.

Um náttina minkar hann vindin niður í lítið lot, minni enn 5 m/s, og ættin hækkar upp í vestan, men framvegis samdrigið og regn. Hitin 11 til 14 stig.

Sunnudagin

Lot til frískt lot vestan og av útsynningi, 3 til 8 m/s, um morgunin samdrigið og regn, men fyrrapartin slítur í og skýlofti verður skiftandi. Hitin 10 til 14 stig.

Mánadagin

Lítið lot av útsynningi ella vestan, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 10 til 13 stig, um náttina 7 til 11 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot um vestan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 8 til 13 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

Í gjár kl. 17:59