Ongi úrslit

Veðrið fyrsta jóladag

Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Forsøgn galdandi til fríggjamorgunin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Í støðum samdrigið og møguliga tám, meðan aðrar staðir, mest undan ættini, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 10 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og yvirhøvur turt. Út á seinnapartin gongur hann upp í vestan, og út á kvøldið upp í útnyrðing og veksur vindin eitt skifti upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Um náttina gongur hann upp í norðan og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s við skiftandi skýlofti og turt. Hitin 3 til 8 stig.

Leygardagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Klárt og turt. Seinnapartin trilkar hann vindin fyrst av útsynningi og út á náttina verður frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og turt. Hitin úr frostmarkinum upp í 7 stig.

Sunnudagin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Skýggjað, út á dagin hálvskýggjað og okkurt ælið. Út á seinnapartin minkar hann vindin niður í lítið lot og gongur upp í norðan, og út á náttinina í landnyrðing, minni enn 5 m/s. Hitin 4 til 9 stig.

Mánadagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skiftandi skýloft og kanska okkurt ælið. Hitin úr frostmarkinum upp í 7 stig.

Týsdagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og kanska okkurt ælið. Hitin úr frostmarkinum upp í 6 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57