Forsøgn galdandi til týsmorgunin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Út á seinnapartin samregn. Í nátt gongur hann niður í sunnan og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, enn samdrigið, men tað slítur í, tó okkurt ælið í støðum. Hitin 5 til 10 stig.
Týsdagin - tollaksmessudag
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Seinnapartin og um kvøldið lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað. Um náttina gongur hann niður í útsynning og veksur upp í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og turt. Hitin 3 til 8 stig.
Mikudagin - jólaaftan
Lot til frískt lot útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og turt. Hitin 5 til 9 stig.
Hósdagin - jóladag
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, samdrigið og kanska okkurt ælið. Hitin 5 til 9 stig.
Fríggjadagin - annan jóladag
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Seinnapartin og um kvøldið frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, klárt ella smáskýggjað og turt. Um náttina lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og turt. Hitin 3 til 8 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og turt. Um náttina veksandi upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, enn samdrigið og turt. Hitin 4 til 9 stig.