Ongi úrslit

Veðrið á nýggjárinum

Jóhanna Højgaard
12 tímar síðan

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað, tó í støðum hálvskýggjað, og yvirhøvur turt. Sum frálíður lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, tað dregur á luftina og seinnapartin okkurt ælið. Hitin 5 til 8 stig. Í nátt veksur hann upp í frískan vind upp í hvassan vind, framvegis vestan, 10 til 15 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 5 til 8 stig.

Mikudagin

Frískur vindur upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 m/s. Skýggjað og turt. Seinnapartin strúkur í vindi upp í skrið útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin 4 til 8 stig. Gamlaárskvøld veksur vindurin upp í hvassan vind ella skrið og gongur upp í morðan, 15 til 20 m/s; móti miðunátt eitt skiftið í støðum upp móti storm, 23 m/s. Samdrigið og regn, sum frálíðir kavi. Út á náttina ælaveður. Hitin -2 til 4 stig.

Hósdagin

Strúkur í vindi upp í skrið norðan, 13 til 18 m/s. Skýggjað og kavi. Hitin -2 til 3 stig.

Fríggjadagin

Strúkur í vindi upp í skrið norðan, 12 til 17 m/s. Skýggjað og kavi. Hitin -3 til 2 stig.

Leygardagin

Frískur vindur upp í strúk norðan, 9 til 14 m/s. Skýggjað og kavi. Hitin -3 til 2 stig.

Sunnudagin

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 8 til 13 m/s. Skýggjað og kavi. Hitin -3 til 1 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember kl. 22:00

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

14 tímar síðan

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

20 tímar síðan

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10