Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, sum frá líður av útnyrðingi. Skiftandi skýloft við kava- ella vátakavaælum. Hitin alt samdøgrið millum frostmarkið og 5 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot millum norðan og útnyrðing, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið, í støðum við vátakava ella kava. Um kvøldið og náttina lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt, tó sum frá líður ádrigið. Hitin 2 til 6 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, sum frá líður vaksandi til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og sum frá líður regn. Út á kvøldið gongur hann niður í landsynning og minkar vindin niður frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 4 til 8 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot av landsynningi og suðuri, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Um kvøldið og náttina veksur hann vindin til frískan vind upp í hvassan vind av útnyrðingi, 10 til 15 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 5 til 10 stig.

Leygardagin

Frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Um kvøldið og um náttina lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og turt. Hitin 2 til 7 stig.

Sunnudagin

Lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Skýggjað og okkurt ælið, í støðum vátakavi ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

10 tímar síðan

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00