Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
29 minuttir síðan

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og sum frá líður okkurt kavaælið norðanfyri. Í kvøld veksur vindurin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Í nátt skýggjað ella hálvskýggjað og okkurt kavaælið í støðum. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.  

Týsdagin

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skiftandi skýloft og kavaælaveður. Um kvøldið minkar vindurin niður í lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.

Mikudagin

Lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt kavaælið. Um kvøldið og náttina lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, av landnyrðingi, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin millum 1 og 5 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind eystan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vins upp í strúk, 8 til 13 m/s, tað dregur á luftina, og sum frá líður regnar. Um náttina gongur hann niður í landsynning og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 2 til 6 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Um kvøldið og náttina lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Hitin 5 til 10 stig.

Leygardagin

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Um kvøldið og um náttina lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og turt. Hitin 2 til 7 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

Í gjár kl. 19:00

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

Í gjár kl. 11:41

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14