Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 13:36

Forsøgn galdandi til hósmorgunin

Lot til frískt lot eystan og av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, men í støðum stundum upp í frískan vind ella hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, serliga norðanfyri, skýggjað og kavi í støðum. Í nátt veksur hann vindin upp í strúkur í vindi ella skrið eystan, 13 til 18 m/s, samdrigið við regn, kava ella vátakavaæl. Hitin í dag -3 til 3 stig, men í nátt upp ímillum frostmarkið og 5 stig. 

Hósdagin

Strúkur í vindi upp í skrið eystan, 13 til 18 m/s, í støðum 20 m/s, samdrigið og stundum, regn, kavi ella vátakavi. Um náttina minkar hann vindin niður í frískan vind ella strúk av landnyrðingi 8 til 13 m/s. Hitin millum frostmarkið og 5 stig. 

Fríggjadagin

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, samdrigið við regni, kava og vátakava. Hitin 1 til 6 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot millum sunnan og eystan, 3 til 8 m/s, skýggjað og regn, kavi ella vátakavi. Hitin 1 til 6 stig.

Sunnudagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, sum um náttina lækkar niður í frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin 1 til 6 stig.

Mánadagin

Frískt lot upp í strúk millum landsynning og sunnan, 5 til 13 m/s, samdrigið og regn, kanska eisini við vátakava tíðliga á degnum. Hitin 2 til 7 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Bjørk boykottast

21 tímar síðan

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19