Ongi úrslit

Veðrið

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Forsøgn galdandi til sunnumorgunin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, klárt ella smáskýggjað og turt. Í nátt veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin í dag úr frostmarkinum upp í 5 stig; í nátt og í morgin 4 til 8 stig.   

Sunnudagin

Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Tá líður á seinnapartin kemur hann høgt hækkar hann upp í norðan og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, samdrigið og yvirhøvur turt. Um náttina lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin um dagin 4 til 8 stig; um náttina niður í frostmarkið.

Mánadagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt kavaælið, mest norðanfyri. Hitin úr frostmarkinum upp í 4 stig.

Týsdagin

Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og stundum kavi ella kavaæl. Um kvøldið og náttina lítið lot norðan, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og okkurt kavaælið. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.

Mikudagin

Frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og kavi ella kavaæl. Um kvøldið og náttina lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og okkurt kavaælið. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, smáskýggjað og kanska okkurt kavaælið. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.  

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30