Ongi úrslit

Veðrið

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
4. februar kl. 12:20

Forsøgn galdandi til hósmorgunin

Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, hálvskýggjað og kavaæl. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður, í støðum við vátakava. Seinnapartin og frameftir minkar vindurin sum frá líður niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, samdrigið og bert okkurt ælið. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið og um náttina lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Hitin millum 1 og 6 stig.

Leygardagin

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s. Fyrrapartin skýggjað og okkurt ælið; sum frálíður samdrigið og regn, í støðum vátakavi. Hitin 1 til 6 stig.

Sunnudagin

Frískur vindur upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, samdrigið og regn. Hitin 3 til 8 stig.

Mánadagin

Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn. Hitin 3 til 8 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57