Forsøgn galdandi til mánamorgunin
Frískur vindur upp í strúk norðan og av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Samdrigið og regn. Seinnapartin og í kvøld minkar vindurin niður í lot til frískt lot vestan, 5 til 10 m/s. Tað klárnar og slítur í. Hitin millum 4 og 9 stig.
Mánadagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, sum frá líður sunnan. Samdrigið og regn. Um kvøldið veksur vindurin upp í frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind av landsynningi, 5 til 10 m/s. Um kvøldið gongur hann yvir í útnyrðing og veksur upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin 5 til 10 stig.
Mikudagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind. Skýggjað og regn ella ælaveður, í støðum kanska sólglottar. Hitin 6 til 11 stig.
Hósdagin
Frískur vindur upp í strúk vestan og av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Skýggjað og ælaveður. Um náttina minkandi vindur. Hitin 5 til 9 stig.
Fríggjadagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, sum frá líður av útsynningi. Um kvøldið minkar vindurin niður í eitt lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.
Kelda https://vedrid.fo/