Ongi úrslit

Veðrið 5 daga frásøgn

© Sergei Gusev
Jóhanna Højgaard
3. juni kl. 11:45

Forsøgn galdandi til mikumorgunin

Frískur vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin minkar vindurin sum frá líður niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Í kvøld samdrigið og samregn, í støðum grimdaregn. Í nátt minkandi vindur niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, sum frá líður av ymsum ættum. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið. Hitin 6 til 11 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, skýggjað og ælaveður. Seinnapartin gongur hann niður í útsynning og veksur sum frá líður upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og samregn. Um kvøldið og náttina frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s. Hitin 6 til 11 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind vestan, 5 til 10 m/s, skýggjað og ælaveður. Um náttina minkandi niður í eitt lítið lot, minni enn 5 m/s. Hitin 6 til 11 stig.

Fríggjadagin

Lítið lot vestan, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið og náttina fer hann at mala av ymsum ættum. Hitin 6 til 10 stig.

Leygardagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.

Sunnudagin

Lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

Í gjár kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Evropisk ráðstevna: Vit leita eftir føroyskari vitan

30. mai kl. 18:06

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

19 tímar síðan

Myndir: HB vann 2-1 móti Víkingi

29. mai kl. 17:48