Forsøgn galdandi til hósmorgunin
Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Út á seinnapartin veksur hann vindin upp í strúk til skrið eystan, 13 til 18 m/s. Í kvøld frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og ælaveður, í nátt samregn. Hitin 5 til 10 stig.
Hósdagin
Strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, samdrigið og regn. Seinnapartin og frameftir samdrigið og okkurt ælið. Hitin 3 til 8 stig.
Fríggjadagin
Frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Um kvøldið og náttina frískur vindur upp í strúk, 8 til 13 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 1 til 6 stig.
Leygardagin
Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum við vátakava. Hitin 1 til 6 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Um vátakava- ella kavaælingar. Hitin úr frostmarkinum upp í 6 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot eystan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum við vátakava. Hitin úr frostmarkinum upp í 5 stig.