Forsøgn galdandi til mikumorgunin
Frískt lot upp í frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Skýggjað, í støðum mjørki, tám, ella driv, men eisini sól ella sólglottar, serliga norðanfyri. Hitin 8 til 12 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Skýggjað, í støðum mjørki, tám ella driv, men eisini sól ella sólglottar, serliga norðanfyri. Hitin 8 til 12 stig.
Hósdagin
Frískt lot til frískan vind sunnan, 5 til 10 m/s, hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Út á kvøldið samdrigið og okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig.
Fríggjadagin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s. Samdrigið og stundum driv ella okkurt ælið, tó eisini onkur sólglotti í støðum. Hitin 7 til 11 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot norðan ella av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum frá líður minkandi niður í lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Hálvskýggjað og yvirhøvur turt, tó mjørki og sirm í støðum. Hitin 3 til 7 stig.
Sunnudagin
Frískur vindur upp í strúk millum útsynning og vestan, 8 til 13 m/s. Skýggjað, támut og stundum okkurt ælið. Hitin 5 til 9 stig.