Forsøgn galdandi til leygarmorgunin
Frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið í støðum. Í kvøld minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og ættin hækkar upp í norðan, skýggjað og okkurt ælið. Í nátt smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin í dag 6 til 11 stig, í nátt niður millum frostmarkið og 5 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, minkandi niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Út á kvøldið lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, framvegis smáskýggjað og yvirhøvur turt. Um náttina frískur vindur upp í strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin millum frostmarkið og 5 stig, um náttina millum 2 og 7 stig.
Sunnudagin
Frískur vindur upp í strúk vestan, 8 til 13 m/s, samdrigið og ælaveður. Út á dagin minkar hann vindin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, og ættin hækkar upp í útnyrðing, framvegis samdrigið men yvirhøvur turt. Út á kvøldið og um náttina lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin um dagin +4 til +8 stig, um náttina -1 til +4 stig.
Mánadagin
Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, skýggjað og stundum kavi. Hitin -1 til +4 stig.
Týsdagin
Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og stunum kavi ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.
Mikudagin
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi og norðan, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk, 13 m/s, skýggjað ella hálvskýggjað og stundum kavi ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.