Ongi úrslit

Varð ikki varðhaldsfongslaður fyri harðskap

Men hann er framvegis skuldsettur og málið gongur sína gongd

Áki Bertholdsen
20. mars 2025 kl. 07:45

Sum vit skrivaðu í gjáramorgunin hevði løgreglan handtikið ein mann og skuldsett hann fyri harðskap.

Harðskapurin fór fram tíðliga leygarmorgunin, tá ið maðurin fór heim til hús hjá einum øðrum manni og legði á hann.

Løgreglan sigur, at talan er um tveir ungar mans, bæði harðskapsmaður og offur eru um 18 ára gamlir.

Harðsskapurin varð meldaður beinanvegin, og maðurin, sum var álopin, fór til lækna at staðfesta skaðarnar hann hevðu fingið.

Og týsdagin varð harðskapsmaðurin so handtikin. Av tí at hann hevði onnur mál hangandi yvir sær, gjørdi løgreglan av at føra mannin fyri rættin við kravi um at fáa hann varðhaldsfongslaðan.

Men tað var dómarin ikki samdur í. Dómarin helt nevniliga ikki, at grundarlag var fyri at varðhaldsfongsla mannin, tí mett var, at einki var til hindurs hjá løgregluni at avgreiða málið, hóast maðurin varð leyslatin.

Tað varð hann so í gjár, men hann er framvegis skuldsettur fyri harðskap, og málið gongur sína gongd.

Løgreglan veit ikki út í æsir, hví harðskapasmaðurin fór inn til hin at leggja á hann, men teir høvdu havt onkra ósemju frammanundan og tað var kanska ta ósemjuna, sloyfa nú skuldi bindast á.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

Í gjár kl. 19:00

Nú skulu vit hava okkara egna tignarmerki at heiðra úrmælingar við

28. apríl kl. 09:14