Ongi úrslit

Vantandi vilji frá kommununum at útbúgva heilsurøktarar

Bingerð H. Fosságil, forkvinna í Heilsurøkatarafelagnum
Í gjár kl. 09:36

Í gjárskvøldið bórust syrgiligu tíðindini um, at eingin flokkur við heilsurøktaralesandi byrjar á Heilsuskúlanum 1. februar sum ætlað.

At eitt alsamt vaksandi starvsfólkatrot er á eldraøkinum og aðrastaðni í heilsu- og umsorganarganarstovnum, hevur verið greitt í fleiri áratíggju. Tí hava avvarðandi fakfeløg støðugt strongt á politiska landslagið um at gera tað møguligt at útbúgva fleiri heilsustarvsfólk til tænasturnar, sum stovnar undir landi og kommunum bjóða út.

Tað seinasta átakið er løn undir útbúgving, sum skuldi gera tað møguligt hjá fleiri áhugagum at nema sær útbúgving sum t.d. heilsurøktari. Eftir at tað loksins bar á mál at fáa broytt lógarverkið vóru drúgvar samráðingar um lønarsats- og býti í sambandi við átakið, og nú tað skuldi vera klárt at taka næmingar inn til nýggju heilsurøktaraútbúgvingina, vilja kommunurnar ikki spæla við kortini.

Avleiðingin er, at ein flokkur við 11 næmingum er avlýstur. So við og við hava umsøkjararnir tikið seg aftur, til bert tveir vóru eftir. Tí er flokkurin avlýstur. Orsøkin tykist vera, at kommunurnar ikki taka trupulleikan við starvsfólkatroti í álvara og nokta at taka ábyrgd.

Sambært Vivie K. Davidsen eru nakrar kommunur spurdar, um innanhýsis mannagongdir eru gjørdar fyri heilsurøktaralesandi hjá sær, hvør skrivar undir lærusáttmála, um avgerð er tikin um, hvussu nógvur peningur skal játtast til læruplássini, hvussu nógv lesandi, kommunurnar vilja gera sáttmála við o.s.fr. Men eingin av spurdu kommununum hevur so mikið sum svarað spurningunum frá Heilsuskúlanum.

Niðurstøðan má vera, at løn undir útbúgving fungerar ikki í praksis.

Eg standi spyrjandi og hugsi: Kunnu vit liva við hesum? Hvussu nógvar kanningar, sum lýsa álvarsomu støðuna skulu gerast fyri at avvarðandi myndugleikar taka støðuna í álvara?

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Skumpaður umkoll av kongaligum lívverja

1. januar kl. 20:51

At verja Føroyar móti islamismuni er ein moralsk skylda

5. januar kl. 20:11

Vil hava at vita um løgmaður vil forða fyri at vit fáa eina mosku í Føroyum

5. januar kl. 00:30

Bjørk boykottast

21 tímar síðan

Moské? moské ikke?

2. januar kl. 19:00

Hvør skal ráða, um vit ikki skulu hava fólkaræði

4. januar kl. 21:19