Vanlig fólk skulu ikki rinda meiri í skatti og avgjøldum. Tað er eitt av vallyftunum hjá Javnaðarflokkinum upp undir Løgtingsvalið seinni í mánaðinum.
– Heldur eiga vit at lætta um hjá hesum samfelagsbólkum, so hvørt tað er fíggjarliga ráðiligt, segði Aksel V. Johannesen, formaður floksins, nú hann legði valskránna hjá flokkinum fram.
Og ein lætti, Javnaðarflokkurn ætlar at geva fólki, er at hækka barsilsgjaldið og at gera skipanina smidligari hjá foreldrum.
Harumframt skulu foreldur eisini fáa rætt til 10 umsorganardagar, men teir skulu brúkast, áðrenn barnið fyllir sjey.
Og so skulu foreldur fáa eina serstaka upphædd upp á 25.000 krónur tá ið tey eiga sítt fyrsta barn og 15.000 krónur, hvørja ferð tey eiga eitt barn afturat.
Javnaðarflokkurin ætlar at halda fram við arbeiðnum at stytta arbeiðsvikuna, og tey, sum rinda limagjald til fakfelag, skulu sleppa at draga tað frá í skatti, akkurát sum arbeiðsgevarar draga sítt limagjald í arbeiðsgevarafelagnum frá.
Eisini Javnaðarflokkurin heldur, at bústaðartrotið er ein tann størsti trupulleikin vit hava í samfelagnum.
Tí skulu vit byggja meiri, serliga smáar og bíligar bústaðir, sum fólk hava ráð at seta seg fyri. Her hugsar flokkurin serliga um at útvega fleiri ungdóms- og eldrabústaðir.
Samstundis skal leigumarknaðin tillagast so at leigan ikki hækkar meira enn prísvøksturin í samfelagnum annars.
Tey, sum leiga, skulu fáa leigustuðul og kommunur skulu fáa heimild at seta hámark fyri, hvussu nógvar dagar, ein bústaður kann verða útleigaður til ferðafólk.
Og fyri at gera tað bíligari, skulu reglugerðirnar fyri, hvussu vit skulu byggjast, lagast til føroysk viðurskifti - og kommunurnar skulu fáa heimild at rinda fyri eina part av tí, tað kostar at gera grundstykki byggibúgvin.
Fyri at eggja ungum fólki at verða verandi í landinum, vil Javnaðarflokkurin eisini seta fer á arbeiðið at byggja útbúgvingardepilin á Frælsinum so at ungdómar kunnu hava eitt livandi og lokkandi lestrarumhvørvi á Setrinum, og fleiri lestrarbústaðir skulu byggjast um alt landið.
– Vit vilja økja um útboðið av útbúgvingum á Setrinum og á øðrum lærustovnum, og fólk undir útbúgving, slulu fáa sama skattafrádrátt sum í Danmark, sigur Javnaðarflokkurin.
Fyri at bøta um trivnaðin, vil javnaðarflokkurin seta 14 ára aldursmark fyri sosialar miðlar
Er tað fíggjarliga ráðiligt, taka tey eisini undir við, at vit fara undi Suðuroyartunnilin.
Annars er Javnaðarflokkurin sinnaður áleggja teimum, sum hava ráð, hægri skatt og avgjøld. Her hugsar hann um bankarnar og aðrar risastórar fyritøkur.
Javnaðarflokkurin er sinnaður at lækka partafelagsskattin hjá smáum fyritøkum, men at hækka hann hjá stórum fyritøkum. Vinnur, sum hava framíhjárætt til okkara tilfeingi, skulu rinda meira til felagsskapin, sigur Javnaðarflokkurin.
Harafturat skal ríkisveitingin ikki lækkast, ella kostnaðarmikil mál yvirtakast, tá ið fíggjarlógin gevur hall.
– Vit eru til reiðar at umrøða pensjónsaldurin, men tað skal vera í tøttum samráði við fakfeløgini, sigur Javnaðarflokkurin.