Ongi úrslit

Vandi fyri at føroysk skip fara undir útlendskt flagg

Áki Bertholdsen
11. mars kl. 11:16

Fleiri føroysk reiðarí byggja nýggj skip - men tað er ikki vist, at tey verða undir føroyskum flaggi. Tað sigur Reiðarafelagið fyri farmaskip í eini fráboðan í dag.

Tey siga, at manglandi avtalur, og ótíðarhóskandi, reglur, gera, at tað ikki er sjálvsagt, at skipini verða undir føroyskum flaggi.

Tey siga, at orsøkin er, at karmarnir hjá vinnuni ikki kappingarførir við onnur lond - og samstundis minna tey á, at handilsskipini eru á einum marknaði við altjóða kapping.

Ein trupulleiki er, at Føroyar framvegis mangla fleiri týdningarmiklar millumlandaavtalur, bæði á skattaøkinum og í sambandi við innanlands sigling.

Samstundis eru eisini reglur í føroysku lóggávuni, sum leggja forðingar fyri menningini.

Til dømis loyvir føroyska tonsaskattaskipanin ikki at skip verða langtíðarleigað, hóast hetta í nógvum førum er ein natúrligur partur av virkseminum í altjóða shipping.

Eisini sigur útlendingalógin, at arbeiðsloyvi krevst, um skip eru meira enn 26 ferðir í Føroyum um árið.

– Hetta eru reglur, sum gera, at føroyska handilsskipa-vinnan ikki er  kappingarfør.

– Føroyska handilsskipa-vinnan er til reiðar til vøkstur, men karmarnir mugu fylgja við, sigur Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, í tíðindaskrivi.

 Hann vísir á, at tað tí er neyðugt, at politiska skipanin fer til verka fyri at bøta um karmarnar.

– Tað snýr seg bæði um at fáa fleiri millumlanda avtalur, og at dagføra føroysku lóggávuna, so hon betur samsvarar við tørvin hjá einari vinnu, sum er í altjóða kapping, sigur formaðurin.

Mest lisið hesa vikuna

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

Í gjár kl. 18:41

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Hildu at flogfarið datt niður

Í gjár kl. 20:30