Ongi úrslit

Valevni til løgtingsval - Annfinn Brekkstein

Annfinn Brekkstein
2. mars kl. 20:26

Eftir áheitan frá Sambandsflokkinum og eftir at hava hugsað meg væl um, so havi eg játtað at stilla upp til komandi løgtingsval.

Tað er av stórum týdningi, at Sambandsflokkurin fastheldur løgtingslimin í miðstaðarøkinum. Eg havi drúgvar royndir sum kommunalpolitikari í størstu kommununi í landinum, sum eg vil byggja víðari á. Eisini haldi eg meg at hava góð evni at samstarva og soleiðis skapa úrslit - og arbeiða visjónert í politikki.

Míni hjartamál eru m.a.:

  • Fáa búskapin á rætta kós og harvið varðveita og styrkja vælferðatænasturnar

  • Burtur við dupulfunktiónum, meira fyri hvørja krónu

  • Taka atlit til náttúruna og serliga, tá stórar byggiverkætlanir skulu fremjast

  • Endurskoða fasttrack-skipanina og broyta útlendingalógina (avmarka familjusamanføring)

  • Endurskoða skattaumleggingina við skattafrádrátti til útisiglarar

Eg komi ikki at sita sum dupultmandatur, um eg skuldi blivi valdur á løgting - hetta við dupultmandatum er ein óskikkur, sum skapar iva um, hvat primera arbeiðið hjá einum politikara er.

X við Sambandsflokkin

 

Annfinn Brekkstein

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

19 tímar síðan

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16