Fríggjadagin í næstu viku er grækarismessa. Tá er 13. mars, og tá verður Dimmalætting borin út.
Sum kunnugt plagar blaðið at vera at fáa síðsta fríggjadag í mánaðinum. Soleiðis er tað framvegis, men nú verður serútgáva av blaðnum givin út. Talan er um valblað, nú bæði fólkatingsval og løgtingsval vera seinni í mánaðinum.
Prentaða blaðið verður tøkt hjá haldarum og at síggja í øllum sølustøðum kring landið. Og so verður tað tókt á dimma.fo og sosialum miðlum.
Valgreinar til blaðið verða settar á høvuðssíðuna dimma.fo og í valteigin “Løgtingsval og fólkatingsval”, og tær eiga undir heitinum “Valgreinar” fast pláss miðskeiðis á dimma.fo.
Og so leggja vit allar valgreinar á sosialu miðlarnar hjá okkum.
Tað ber til at senda tilfar til okkara á [email protected]
Í valblaðnum, sum verður borið út tann 13. mars, er møguleiki at lýsa. Lýsingarnar eru heilsíðu, ½ síðu og ¼ síðu lýsingar umframt breddar í blaðnum.
Meiri kunning fæst við at ringja 586879 ella at skriva til [email protected]