Týsdag eftir páskir skulu grønlendingar á val at velja nýggjar limir til grønlendska Landstingið, Inatsisartut.
Tað kemur í kjalarvørrinum av longum kjaki í Landstinginum í gjár, ið endaði við, at ein meiriluti – 27 út av 31 landstingslimum – atkvøddu fyri at útskriva val.
Tað skrivar KNR.
Longu mánadagin hoyrdist graml um ætlanirnar at útskriva val. Teir fýra flokkarnir í andstøðu: Inuit Ataqatigiit, Demokraatit, Partii Naleraq og Atassut søgdu, at tey týsdagin fóru at mæla til, at val varð útskrivað. Tó vóru flokkarnir ikki heilt samdir um, nær valið skuldi vera. Í framløguni, sum kjakast var um í gjár, varð tað lagt upp til, at val skuldi vera 6. apríl, tí tá er tað eisini kommunuval umframt val til kirkjuráðini. Tað vóru Inuit Ataqatigiit og tann eini samgonguflokkurin, Nunatta Qitornai, ikki samd í, og tí varð eisini drúgt kjak at finna rætta dagin at halda valið til Landstingið.
Tað endaði tó við, at grønlendsku politikkarnir fylgdu upprunauppskotinum, og tí skulu grønlendingar til atkvøðuklivarnar 6. apríl.
IA stendur til at vinna valið
At tað nú er útskrivað val í Grønlandi, kemur í eini tíð, har stjórnarkreppa hevur verið í landinum. Í byrjanini í februar fór Demokraatit úr samgonguni, ið hareftir bert hevði 11 út av 31 plássum í Landstinginum. Flokkurin fór úr samgonguni, tí hann var ósamdur við nýggja formannin í Siumut, Erik Jensen. Erik Jensen gjørdist nýggjur formaður í flokkinum á heysti í fjør, tá flokkurin valdi at koppa sín egna formann og landsstýrisformannin, Kim Kielsen.
Kim Kielsen helt tó fram sum landsstýrisformaður eftir hetta, tá tað ikki eydnaðist Erik Jensen at fáa undirtøku fyri at taka við sum landsstýrisformaður.
Tað verður heldur ikki vist, at Erik Jensen kann gerast landsstýrisformaður eftir valið. Sambært meiningarkanning hjá KNR, ið varð almannakunngjørd í síðstu viku, stendur andstøðuflokkurin Inuit Ataqatigiit til at vinna valið við 38,4 prosentum av atkvøðunum.