Ongi úrslit

Vágs kommuna biður um umbering

Okur í Vágs Kommunu eru sera hørm um og biðja um umbering fyri tað órógv, sum avbjóðingarnar við seyði førdu við sær

vagur.fo
7 tímar síðan

Vágs kommuna skrivar sleiðis í dag:

Í vetur, og serliga um páskirnar, vóru avbjóðingar við seyði, sum slapp inn í kirkjugarðin á Oyrunum. Hetta hevði við sær órógv fyri tey, hvørs kæru hava eitt hvílustað í kirkjugarðinum. Nú tað várar, bjóðar kommunan blómur til gravirnar.

Í dag hevur kommunan sett summarblómur yvir í kirkjugarðin, har tey avvarðandi kunnu fáa sær tvær blómur at planta á gravirnar.

Kommunan arbeiðir støðugt fyri at tryggja, at kirkjugarðurin er eitt virðiligt og friðarligt stað. Og í samband við seyð, so hevur kommunan sett hægri hegn upp rundan um kirkjugarðin.

Okur í Vágs Kommunu eru sera hørm um og biðja um umbering fyri tað órógv, sum avbjóðingarnar við seyði førdu við sær.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

Í gjár kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01