Ongi úrslit

Vænta ikki líka nógvar rentulækkingar í næstum

Áki Bertholdsen
4. november kl. 08:15

Kundarnir klára seg væl og teir klára eisini at svara hvørjum sítt. Tað sigur Føroya Banki, sum nú hevur kunngjørt roknskapin fyri triðja ársfjórðing í ár.

Og hann vísir, at úrslitið fyri skatt gjørdist 80 milliónir í triðja ársfjórðingi.

– Okkara virksemi hevur verið merkt av vøkstri á bæði innlánum, útlánum og realkredittlánum samanborið við sama tíðarskeið í fjør, sigur Turið F. Arge, forstjóri, í tíðindaskrivi.

Roknskapartølini higartil í ár bera sostatt boð um, at tað gongur væl hjá samtakinum og ikki minst bera tey boð um ein kundaskara, sum stendur seg væl og klárar at svara sínum skyldum, sigur hon.

Hon sigur, at fleiri rentulækkingar hava verið hetta seinasta árið, og tað munar hjá teimum kundunum, sum hava lán,

Eitt, sum hevur sermerkt hetta seinasta árið, er nevniliga, at rentan er lækkað fleiri ferðir. Frá í juni í fjør til í juni í ár, er rentan lækkað sjey ferðir. Hinvegin er tað ikki væntandi, at tað verða líka nógvar rentulækkingar hesa næstu tíðina.

Tvørturímóti er væntandi, at rentan nú er komin í eina meiri fasta legu.

Hóast rentan er lækkað ofta seinasta árið, ber enn til at fáa rentu fyri innistandandi pening.

Innlánini hjá bankanum eru 15 prosent hægri enn í sama tíðarskeiði í fjør, og henda hækkingin í innlánum vísir millum annað, at kundarnir eru tilvitaðir um og taka av møguleikanum at fáa rentu fyri innistandandi pening.

Og Bankin sigur, at sum heild eru útlitini góð.

Bankin væntar, at góða gongdin heldur fram, og at ársúrslitið fyri 2025 verður ímillum 235 og 265 milliónir tá ið árið er runnið.

Men sum heild vænta tey eisini, at búskaparvøksturin í Føroyum verður ikki líka stórur sum hann hevur verið.

Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya og Búskaparráðnum, sæst, at búskaparvøksturin í ár er minni enn undanfarin ár.

Búskaparvøksturin væntast at verða 2 prosent í ár har hann var 3,3 prosent í fjør, 6,7 prosent í 2023 og 9,5 prosent í 2022.

– Hóast búskapurin er farin meira niður í ferð samanborið við undanfarin ár, meta vit ikki, at nakar vandi er á ferð, sigur Bankin.

Tvørtur ímóti eru vónirnar fyri næsta ár, góðar, leggja tey afturat.

Sostatt sær bankin ikki nakað til, at fleiri fólk koma í trot, ella vilja hava gjaldsskáða.

Tað vísir, at okkara privatkundar og vinnukundar, klára at svara sínum skyldum, sigur Føroya Banki.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53