Ongi úrslit

Vil útseta í tvær vikur

Hevur fingið friðaruppskot frá Iran

Jóhanna Højgaard
8. apríl kl. 00:26

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur júst skrivað á Truth Social, at hann nú vil útseta álopið á Iran í eitt tíðarskeið uppá tvær vikur.

Í uppslagnum skrivar Donald Trump, at orsøkin til útsetingina er, at USA longu hevur nátt og yvirhálað øll hernaðarlig endamál í krígnum.

Vit eru komin væl áleiðis við endaligari avtalu um langtíðarfrið við Iran og frið í Miðeystri. Vit hava eisini fingið eitt friðaruppskot frá Iran við 10 punktum. Tað meta vit vera eitt hent samráðingargrundarlag, skrivar hann.

Sambært Trump eru næstan allar ósemjur frammanundan krígnum, eisini loystar millum USA og Iran. Longda freistin fer at gera tað møguligt at fullføra avtaluna.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

4 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47