Útoyggjafelagið skipar fyri summartiltøkum

Í ár eru 20 ár liðin síðani Útoyggjafelagið varð sett á stovn, og tí skipar felagið fyri eini røð av áhugaverdum summartiltøkum, ið hava til endamáls at varpa ljós á nýmenning, burðardygd og framleiðslu á útoyggj

Tíðindaskriv
22. juli 2021 kl. 07:50

Í góðum útoyggjaleisti eru allar útoyggjarnar við í 20 ára hátíðarhaldinum, og talan er um fólkslig tiltøk, ið hava til endamáls at fremja trivnaðin og virksemi á útoyggj.

Tey, ið búgva á útoyggj eru kjarnin í felagnum, og tí hevur tað allarstørsta týdning, at tey mynda tiltøkini og virksemi í heimbygdunum.

Í dag, hósdagin 22.juli, skipar Útoyggjafelagið fyri serstøkum vinnutiltaki fyri føroysku bryggjaríini. Tiltakið fer fram á Dímunargarði í Stóra Dímun, har bøndurnar dyrka røtur at djúsa og bryggja. Staðbundna rótabryggið ber heitið, Mai. Endamálið við tiltakinum í Stóra Dímun er at savna vinnuna og skapa eitt forum við kjaki og vitanardeiling. Á skránni verða framløgur um viðkomandi evni, so sum framleiðslukonsept, burðardygg framleiðsla, handilsmodell og søgulist. Somuleiðis verður kjak um brygging í Føroyum og rundvísing á garðinum.

Seinni í summar eru fleiri tiltøk á skrá hjá Útoyggjafelagnum. 5. august verður hugnaligur oyggjadagur í Kalsoynni, har møguleiki er at uppliva staðbundna handverkið og matmentanina.

Av øðrum tiltøkum kunnu nevnast politisk hoyring í Hesti og mentanardagar í Svínoy, Skúvoy, Fugloy. Í heyst er somuleiðis nógv á skrá. Fakfólk kemur til Føroyar at undirvísa í niðursjóðing av grønmeti, og í hesum sambandi fara vit at hava eina røð av verkstovum. Somuleiðis fara vit at skipa fyri ráðstevna um kommunur og lokaldemokrati, ferðavinnu og samferðslu, og í desember verður sjálvur føðingardagurin hildin á Hotel Norð á Viðareiði.

Meira kunning um tiltøkini hjá Útoyggjafelagnum er at finna á heimasíðuni og facebooksíðuni hjá felagnum.