Frá februar í fjør til í januar í ár, útfluttu føroyingar fyri 13,6 milliardir. Tað er gott og væl ein milliard meiri enn vit útfluttu fyri teir undanfarnu 12 mánaðirnir, frá februar í 2024 til í januar í fjør.
Hagstovan sigur, at útflutningurin av fiskavørum er vaksin næstan 1,2 milliardir, ella 8,5 prosent.
Útflutningurin av fleiri av teimum týdningarmestu fiskasløgunum, toski, hýsu, upsa og makreli, er vaksin, men útflutningurin av fóðuri, lýsi og fiskamjøli, er minkaður.
Serliga er tað útflutningurin av toski, sum ger munin, tí hann er vaksin samfullar 474 milliónir krónur, ella 48 prosent. Nøgdin, vit hava útflutt av toski, er vaksin 12 prosent og sosatt er virðið fyri hvørt kilo hækkað góð 32 prosent.
Útflutningsvirðið á laksi var 174 milliónir krónur hægri í tíðarskeiðnum frá februar í fjør til í januar í ár, aftur ímóti teimum undanfarnu 12 mánaðunum. Tað er ein vøkstur upp á 2,9 prosent, men nøgdin vaks 25,1 prosent. Hetta svarar til at virðið fyri hvørt kilo er lækkað næstan 18 prosent.
