Ongi úrslit

USA leyp á Iranskt skip

© Tasos Katopodis
Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Eitt amerikanskt krígsskip leyp sunnudagin á, og yvirtók eitt iranskt byngjuskip, sum sigldi gjøgnum Hormuz-sundið. Hettar skrivar Donald Trump á Truth Social.

Sambært Trump sprongdi amerikanska krígsskipið hol í maskinrúmið á containaraskipinum Touska, sum erbundir iranskum flaggi, og er partur av einum offisiellum iranskum statsreiðaríi.

Sambært Trump hevði skipið fingið eina ávaring frammanundan, men noktaði at fylgja boðunum. Skipið er nú í varðveitslu hjá amerikansku sjóverjuni og var longu undir amerikanskum revsitiltøkum.

Óvist er júst hvar skipið skuldi, men tað var á veg móti Persaflógvanum og mátti sostatt gjøgnum Hormuz-sundið.

Hormuz-sundið bindur saman Persaflógvan og Omanflógvan, har skipið var, tá tað fekk ávaringarnar.

Vit hava fult ræði á skipinum og eru í ferð við at kanna hvat er umborð, segði Trump.

Iran hevur enn ikki svarað álopinum.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Haldi tykkum burtur

17. apríl kl. 20:02