Ongi úrslit

Uppskot: Strangari lóggáva ávegis fyri innflutning av heilivági til Føroya

Ferðandi skulu framyvir einans kunna hava heilivág við sær til egna nýtslu, tá tey koma til Føroya. Tað er kjarnin í einum nýggjum lógaruppskoti frá Heilsu- og orkumálaráðnum, dagfest 24. apríl 2026.

© Edmund Jacobsen
Myndin er gjørd við vitlíki.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Uppskotið broytir verandi áseting í heilivágslógini, so tað verður greitt, at tað er avmarkað hvat ferðandi til Føroya kunna hava av heilivági við sær – og ikki verður longur møguligt at innflyta heilivág til egna nýtslu á annan hátt, til dømis við netkeypi.

Skal forða fyri ótryggum umstøðum

Orsøkin til broytingina er ein avgerð frá kærustovni í mars 2026. Avgerðin staðfesti, at ein persónur hevði heimild at innflyta heilivág, keyptur á netinum, til egna nýtslu.

Hetta verður mett at kunna skapa ótryggar umstøður. Eftirlitið í Føroyum er skipað við tí fyri eyga, at heilivágur til egna nýtslu ikki verður keyptur á netinum.

Við nýggja uppskotinum verður tí greitt staðfest, at einans heilivágur, sum ferðandi hava við sær til landið, er loyvdur til egna nýtslu.

Fær ikki fíggjarligar avleiðingar

Sambært uppskotinum hevur broytingin ongar fíggjarligar avleiðingar fyri land ella kommunur.

Heldur ikki eru mettar at vera avleiðingar fyri vinnuna, umhvørvið ella ávísar samfelagsbólkar.

Tó kann tørvur verða á meira eftirliti, um innflutningur av heilivági uttan um skipanina økist. Hetta fevnir um eftirlit við nøgdum, innihaldi og møguligum rúsandi evnum.

Greiðari orðing í lógini

Við broytingini verður orðið “persónar” skift út við “ferðandi”. Nýggja orðingin verður: at ferðandi kunnu hava heilivág við sær til egna nýtslu til landið.

Endamálið er at gera lógina greiðari og í samsvari við upprunaliga ætlan.

Tað verður framvegis ein treyt, at heilivágurin er til egna nýtslu, og at mongdin er hóskandi til vanliga persónliga nýtslu. Lógaruppskotið kemur í gildi dagin eftir, at tað verður kunngjørt.

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

Í gjár kl. 07:44