Ongi úrslit

Vit fara at taka okkum av Grønlandi

um teimum dáma tað ella ikki

Jóhanna Højgaard
9. januar kl. 22:31

Donald Trump helt tíðindafund í kvøld føroyska tíð. Á fundinum  segði hann at USA fer at gera okkurt við Grønland antin uppá lættan ella harðan máta. 

Hann segði seg eisini halda nógv av Danmark.

- Men tað, at teir høvdu eitt skip, sum legði at bryggju har fyri 500 árum síðani, merkir ikki, at teir eiga landið. Vit høvdu nógv skip, sum komu har eisini.

Beint nú fara vit at taka okkum av Grønlandi, um teimum dáma tað ella ikki. Tí um vit ikki gera tað, so yvirtaka Russland ella Kina Grønland í framtíðini.

Og vit vilja ikki hava Russland ella Kina sum grannaland. Eg vil fegin gera eina avtalu uppá tann lætta mátan. Men gera vit tað ikki á tann lætta mátan, so gera vit tað uppá tann harða mátan, segði hann.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

16 tímar síðan

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30