Ongi úrslit

Ungur drongur á skutara mátti á Landssjúkrahúsið

Skutarin kláraði at koyra nógv skjótari enn loyvt er

Áki Bertholdsen
26. mars 2025 kl. 07:50

Fyrrapartin í gjár varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Miðvági. Óhappið hendi tá ið ein bilur og ein skutari stoyttu saman.

Førarin á skutaranum var ein ungur drongur og hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan sigur, at tá ið skutarin varð kannaður eftir óhappið, vísti tað seg, at hann var útboraður, tí hann kláraði at koyra nógv skjótari enn loyvt er.

Annars varð eisini ringt til løgregluna at boða frá, at eldur var í einum hjalli í Saltangará. Sløkkiliðið varð sent á staðið, men løgreglan sigur, at talan var um at eigarin hevði fresa inni í hjallinum.

Í tí sambandi vóru sagispønir farnar ímillum skins og hold, og tær høvdu verið so heitar, at tað festi í. Men eigarin hevði sløkt eldin sjálvur, so har var eingin skaði.

Løgreglan mátti eisini eftir nøkrum ungdómum, sum gjørdu fortreð í miðbýnum í Havn. Tey settu keylur á vegin í Steinatúni og forðaði ferðsluni, men tá ið løgreglan kom á staðið, vóru tey horvin.

Stutt eftir gjørdu ungdómar eisini fortreð við at kasta egg upp eftir rútunum á einum sethúsum har í grannalagnum, men eisini hesa ferð vóru tey langt at landi skotin, tá ið løgreglan kom fram.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

9 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10