Ongi úrslit

Ungur bilførari fekk tvey klipp og koyriforboð - innan fyri ein minutt

Hann hevur akkurát fingið koyrikortið - men nú fær hann forboð fyri at koyra bil

Áki Bertholdsen
16. februar kl. 10:00

Beint eftir midnátt var løgreglan í Norðoyatunlinum, og har mátaðu tey ferðina á einum bili, sum koyrdi alt ov skjótt. Har er loyvt at koyra 80, men tað vísti seg, at hesin koyrdi heilar 106 kilometrar um tíman. Tað gevur eitt klipp í koyrikortið.

Men tá ið hann kom úr tunlinum í Klaksvík, og skuldi ígjøgnum víðagitnu rundkoyringina við húkinum, koyrdi hann øvugtan veg ígjøgnum - og tað gevur eisini eitt klipp í koyrikortið.

Tá ið løgreglan so steðgði honum, og kannaði umstøðurnar, vísti tað seg, at bilførarin var bara 18 ár, og sostatt hevði hann akkurát fingið koyrikort.

Tey fyrstu trý árini, ein bilførari hevur koyrikort, eru at rokna sum ein royndartíð og tá skal nógv minni til fyri at missa tað aftur.

Og tað var júst tað, sum hendi í hesum føri, so bilførarin fekk koyriforboð og kann sostatt ikki koyra bil aftur fyrr enn hann hevur tikið koyrikortið av nýggjum.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05