Unga songkvinnan Anna Lovisa Mýri verður við á Summar Festivalinum í ár.
Hon hevur seinnu árini lagt rødd til nakrar kendar sangir – eitt nú "Tað kundi verið eg" og "Av øllum tí góða sum Gud hevur gjørt" – og hon hevur havt fleiri framførslur.
Anna Lovisa, sum er 20 ára gomul, spælir gittar og syngur. Hon skrivar sangir og fer at framføra onkran av teimum á Summar Festivalinum. Hon fer eisini at syngja onkur tøkuløg.
Aftrat sær á pallin hevur hon Einar Poulsen, sum spælir elgittar, og Finn Kjølbro, ið spælir gittar, klaver og munnharpu. Framførslan verður á Torginum.
Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.