Nú nærkast til seinastu freist hjá næmingum í framhaldsdeildunum í Føroyum at lata lógaruppskot ella uppskot til samtyktar til Løgtingið í sambandi við Ungdómsting. Tann 25. novembur skulu uppskotini verða inni.
Hetta 10. Ungdómstingið verður í døgunum 3.-4. februar 2026. Fyrstu ferð, at Ungdómsting var, var 2. februar í 2006.
– Vit gleða okkum nógv til aftur at hava tingsalin fullan av ungum fólki, ið koma frá skúlum úr øllum landinum. Tað plagar at vera bæði áhugavert og stuttligt. Og tað kemur meira enn so fyri, at summi av teimum málunum, sum koma fram á Ungdómstinginum, seinni gerast til verulig tingmál, sigur løgtingsforkvinnan Bjørt Samuelsen.
Av móttiknu uppskotunum, ið koma inn, verða níggju útvald. Tá ið uppskotini verða vald út, verður hædd tikin fyri, at so nógvir flokkar úr øllum landinum, sum til ber, eru umboðaðir. Tá ið uppskotini eru vald út, skulu teir flokkar, sum hava fingið uppskot ígjøgnum, velja í minsta lagi tveir næmingar at umboða flokkin á Ungdómstingi.
Flokkar kunnu fáa í boði at luttaka, hóast teirra uppskot ikki eru millum tey útvaldu.
Tað verða 32 næmingar á Ungdómstingi, og telja teir saman við løgtingsforkvinnuni tilsamans tey 33, ið manna tingið.
Møguleiki verður eisini hjá næmingum at seta løgmanni og landsstýrisfólkum munnligar spurningar. Freistin at senda hesar spurningar er 13.januar 2026.
