Ongi úrslit

Ung heita á Landsstýrið: Set 14 ára aldursmark fyri at brúka snildfon og sosialar miðlar

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Tað skal vera 15 ára aldursmark fyri at brúka snildfon og fyri at brúka sosialar miðlar.

Tað halda tey ungu sjálvi.

Málið hevur verið til viðgerðar á Ungdómstinginum í gjár og í dag. Og har hevur ein stórur meiriluti samtykt at heita á Landsstýrið um at seta 14 ára aldursmark á fyri at brúka snildfon og sosialar miðlar.

Tað vóru næmingarnar í 8. flokki í Skúlanum á Løgmannabreyt, sum løgdu uppskotið fram. Og nú Mentanarnevndin hjá ungdómstinginum hevur viðgjørt málið, vísir tað seg, at tað full semja er í nevndini um, at aldursmark skal vera á.

Ein samd nevnd staðfestir, at børn og ung brúka ov nógva tíð á skermi. Tað ger, at tey fáa minni tíð til at vera saman við vinum, spæla úti og læra.

– Fleiri kanningar vísa, at ov nógv skermbrúk kann geva angist og gera tað torført at hugsavna seg í skúlanum, sigur Mentanarnevndin.

Uppskotssetararnir mæla tí til, at reglur verða gjørdar fyri at verja børn og ung móti skaðiligum árinum av ov nógvum skermbrúki og sosialum miðlum og at styrkja trivnað og felagsskap millum ung í Føroyum.

– Undir viðgerðini er komið fram, at sálarliga heilsan hjá børnum og ungum gerst alsamt verri, og at snildfonir við interneti og sosialir miðlar eru ein høvuðsorsøk, sigur Mentanarnevndin.

Upprunaliga uppskotið var, at seta aldursmarkið til 15 ár

Men tey í Mentanarnevndini halda, at í sambandi við arbeiði, og í øðrum sambondum, kann tað vera hent at hava eina snildfon við hondina.

Samstundis er tað vanligt er at byrja at arbeiða, tá man er 14 ár og tí heldur nevndin, at aldursmarkið skal vera 14 ár.

Og tá ið málið kom til atkvøðugreiðslu, vísti tað seg, at yvirhøvur eru limirnir í Ungdómstinginum samdir við Mentanarnevndina.

Og sostatt samtyktu 25 av teimum 32 tinglimunum at heita á Landsstýrið um at seta 14 ára aldursmark á fyri at hava snildfon við interneti, og at brúka sosialar miðlar.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Hevur staðið tómur í nógv ár - og nú skal hann niðurleggjast

29. januar kl. 11:41

Kona kendan reiðara fær gøtu uppkallaða eftir sær

29. januar kl. 16:06

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Ekkoer fra autoritære regimer? - svar til Sjúrður Skaale

30. januar kl. 08:14

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40