Seinnapartin sunnudagin verður hátíðarløta á Tinghúsvegi 10 í Havn.
Hátíðarhaldið er fyri at heiðra William Gibson Sloan, sum legði lunnar undir brøðrasamkomuna í Føroyum.
Í tí sambandið er bústaður hansara á Tinghúsvegnum, sum er varðveittur, gjørdur til eitt savn og sunnudagin verður eisini minnisvarði til minnis um Sloan, avdúkaður.
Í nøkur ár hevur verið arbeitt við at seta á stovn eitt savn til minnis um trúboðaran William Gibson Sloan og samtíð hansara, siga stigtakararnir.
Hann var føddur í Dalry í Skotlandi 4. sept. 1838 og kom til Føroya á fyrsta sinni í 1865 sum trúboðari.
Hann virkaði einsamallur í nógv ár, men trúboðaravirki hansara gjørdust upprunin til brøðrasamkomurnar í Føroyum.
Í 1881 giftist hann Elsebeth Isaksen, vanliga nevnd Elspa í Geil, og í 1888 fluttu tey í egin hús á Tinghúsvegnum í Havn.
Tað er í hesum húsunum á Tinghúsvegi 10, um vanliga verður kallað Sloans Hús, at savnið verður.
Meðan arbeitt varð við Sloans Savni, tóku einstaklingar stig til at reisa minnisvarða, sum Hans Pauli Olsen nú hevur myndað.
Á hátíðarløtuni klokkan 13.30 sunnudagin, syngur Ebenezerkórið, hugleitt verður um Sloan og minnisvarðan, og heilsanir verða bornar fram.
Hátíðarhaldið er alment og aftan á er ein drekkamunnur í Ebenezer.