Tað var okkurt serligt í luftini tann 12. februar 2022. Ein knitran. Ein spenningur í fólkaandanum. Tað kendist sum ein av teimum sjáldsomu døgunum, tá allir føroyingar eru savnaðir í huga. Øll tosa um tað sama, tjóðarstoltleikin er vaktur, og í hesum førinum hevði tað einki við ítrótt at gera, sum má roknast at vera sólarmyrkingarsjáldsamt. Dagurin var merktur av tjóðarbygging, hann skuldi avdúka fyri okkum ein mentanarvarða, geva okkum enn eina orsøk at vera eitt errið fólk. Á Eystaruvág kom eitt lík undan kavi, og eg hugsaði sum so ofta fyrr, tá slíkar yvirskriftir hava staðið á portalunum, at hetta ljóðar sum eitt mál fyri Hannis Martinsson.
Allir tankar førdu til Trom.
Eg var boðin til frumsýning og hevði vaskað mær við sápu, áðrenn eg fór oman í biografin, men har var manntómt. Eingin reyður løbari, eingin sjampanja, einki fólk í kjóla og klædningi. Eg sendi eini boð til Jón Hammer: "Var tað ikki kl. 15?", og hann svaraði beinanvegin "Jú", og áðrenn eg náddi at skriva aftur, komu boðini "Løkshøll".
Tað hevði eg ikki fingið við. Men sjálvandi er tað í Løkshøll, hugsaði eg og slerdi meg sjálvan innantanna. Tobbi og tey hava fíggjað ballið, tann føroyska partin, so tey skulu sjálvandi eisini halda gildið. Runavíkar Kommuna hevur staðfest seg sum filmskommunan í Føroyum, og tað er bara at gleðast um. Gott, at onkur av kommununum hevur skilt týdningin av filmi.
Eg kom so aftur seinni sama kvøldið og setti meg hampiliga væl til rættis í biografsetrið við skriviblokki í hond. Tá hendi nakað, sum eg ikki hevði dugað at ímyndað mær. Biografurin vísti røðina í Star Wars traditiónini: Fyrst partarnar 4-6, síðani 1-3. Tað vil siga, at vit sóu seinnu helvtina áðrenn fyrru. Hetta gav eina uppliving, har Trom nýtti ein avbera djarvan frásagnarstíl. Byrjanin var so in medias res, at áskoðarin mátti fylgja ómøguliga væl við fyri at skilja persónarnar og sambondini teirra millum. Morðgátan varð avgreidd longu miðskeiðis í røðini, og síðani kom ein langur afturlitssekvensur, har byrjanin av søguni spakuliga opinberaði seg, og vit so smátt fingu brikkarnar til putlispælið, sum longu var loyst. Nýskapandi frásagnarstílur, tað má sigast. Serliga í einari krimisøgu, har sjangrukrøvini eru ógvuliga serstøk og neyv.
TROMigen
Dagin eftir hugdi eg á Viaplay, og í røttu raðfylgjuni gjørdist tað greitt, at stílurin er totalt siðbundin. Trom hevur ikki enduruppfunnið djúpa tallerkin, og tað skal hon heldur ikki. Tað, sum Trom hevur uppfunnið, er at nýta Føroyar sum leikpall til eina nordiska noir krimirøð, sum líkist øðrum nordiskum noir krimisendingum og ikki stendur stórvegis aftan fyri teimum í góðsku. Tað er høvuðsstyrkin í Trom: Staðsetingin. Tað eru Føroyar, sum skilja Trom frá restini. Okkara eksotiska land, sum bæði er in, hipt, kontroversielt og mitt í sínum stóra gjøgnumbroti sum filmspallur og ferðafólkaendamál (hesi bæði hoyra óreingiliga saman).
Og jú, Trom er føroysk. Hon er gjørd úr føroyskum rávørum. Hon er framleidd av útlendskum kokkum, kryddað við útlendskum urtum og seld av útlendskum reiðarum – jú, tað passar. Men rávørurnar eru føroyskar, og tað eru tær, sum skapa samleikan.
Morðgátan í Trom er ikki fløkjaslig. Hon er rættiliga einføld, og vit vita longu í parti 3 ella 4, umleið hvør hevur framt brotsgerðina. Gátan verður ikki vend og dreyað, tað kemur einki stórvegis tvist, sum sendir okkum eftir skeivari síðugøtu, meðan sannleikin flýggjar tvørøvuta vegin. Vitanin um drápið kemur stigvíst undan kavi, myndin formar seg sum eitt putlispæl, brikk fyri brikk, og vanligi hyggjarin klárar at gita heildarmyndina nokk so tíðliga. Áskoðarin er alla tíðina á sama vitanarstøði sum persónarnir í søguni. Tað hendir ongantíð, at Hannis Martinsson veit okkurt, vit enn ikki hava skilt, at hann er framman fyri okkum, og at vit royna at rokna út, hvat hann veit. Ei heldur hendir tað øvuta, at vit vita meira enn persónarnir og stúra teirra vegna. Tískil skapar røðin ikki so stóran spenning, sum hon kundi.
Harafturat eru ógvuliga fáar spenningssenur, ið seta ferðina upp, tað sum tey á filmsmáli rópa set-pieces, til dømis tá onkur eltir ein annan. Tað kemur tvær ferðir fyri; heilt stutt í parti 3, tá Bergur (Torkil Tórgarð) flýggjar undan politistunum og ein sena í parti 6, tá Hannis eltir Gunnar Mohr (Magnus Reinert Gásadal).
Hetta ger, at ferðin í Trom sum heild er sera lág. Henni manglar spenningssenurnar, sum krimi/thriller sjangran vanliga bjóðar regluliga tvørtur um eina sendirøð.
Familja fram um alt
Eitt áhugavert við morðgátuni er tematiska sjónarmiðið. Teir tríggir høvuðspersónarnir Hannis Martinsson (Ulrich Thomsen), Ragnar í Rong (Olaf Johannesen) og politiovastin Karla Mohr (Maria Rich) hava hvør sítt barn, sum er uppíblandað brotsgerðini. Hetta er høvuðstemað í Trom: Sambandið millum foreldur og børn. Tað eru børnini hjá teimum trimum, sum eru drívmegin. Hannis gongur bókstavliga í fótasporunum hjá dóttrini, Sonju á Heyggi (Helena Heðinsdóttir Jørgensen, ið myndamálsliga eisini gongur eftir slóðini hjá pápanum sum aktivistur/avdúkandi journalistur), fyri at finna drápsmannin. Motivatiónin hjá teimum trimum høvuðsleikarunum er antin at hevna, verja ella at bjarga børnunum á onkran hátt. Hetta sigur Karla Mohr við Anitu Ravn (Mariann Hansen) í parti 6, tá Anita avdúkar hennara lygnir um sonin: "Én dag, når dit lille baby kommer, så vil du forstå."
Sterkasta leikaraløtan hjá Olafi Johannesen kemur í sætta parti, tá sonur hansara, Trygvi (Brandur Teitsson), er blivin álopin av Hannisi. Tá Trygvi fortelur honum, at Hannis hevur lopið á seg, ger andlitið á Olafi nøkur merkisverd hábrøgd, sum eru so livandi og fylt við vreiði, at mann trýr, hann fer at bresta. Síðani letur kaldliga í honum: "Tað harmar meg." Tað er ein framúrskarandi løta, ið lýsir Ragnar í Rong avbera væl. Hann er á tremur við tí illa, men dugir væl at halda eina siðiliga fasadu. Tað, at Hannis er farin eftir soninum, ger hann tó so illan, at hann er um at missa andlitið.
Speglvent er tað eisini í nógvum førum motivatiónin hjá børnunum at verja foreldrini, sum Trygvi sigur móti endanum av parti 6: "Eg vildi bara hjálpa pápa mínum." Hetta kemur eisini til sjóndar í Gunnari, sum sigur, at hann vildi ikki fara upp í Guardians of the Sea, tí tey gera lívið hjá mammuni trupult.
Hetta tykist vera eitt yvirskipað tema, sum Torfinnur Jákupsson, høvundurin og høvdið handan røðina, hevur mýkt væl og virðiliga inn í søgugongdina, og tað riggar stak væl.
Jeg forstår godt færøsk
Tað er fínt, at sjónleikararnir tosa føroyskt og danskt saman. Tað eru vit von við. Nógvir danir skilja føroyskt og tosa danskt. Men eg haldi, at Trom spilti møguleikan at spæla við málini. Tað verður bara skúgvað til viks, at talan er um tvey ymisk mál, har tann eini parturin ikki kann vænta, at hin parturin skilir seg. Eg meini til dømis í parti 3, tá Hannis stendur við eina kei í Gøtu tosar við unga mannin, sum arbeiðir fyri Ragnar í Rong. Hannis sigur, at hann er danskur journalistur, sum er komin til Føroya fyri at skriva eina grein, og føroyingurin svarar beinanvegin á føroyskum. Tað sama í parti 2, tá Hannis tosar við karakterin hjá Nicolaj Falck um húsini, sum brendu niður.
Hví ikki spæla við málini, skapa misskiljingar og lív við gjónni, sum finst millum tey? Tað natúrliga hevði verið, at føroyingurin svaraði aftur á donskum, og at danin so kvikliga segði, at hann skilir væl føroyskt.
Tað fær meg at hugsa um gamlar krígsfilmar, har øll tosa enskt, eisini týskararnir. Tá missir filmurin ein gyltan møguleika at skapa spenning við málunum.
Nakað annað er, at tað føroyska málið viðhvørt ljóðar stirvið í Trom.
Tað kemst partvíst av handritinum, sum er rættiliga skriftmálskent, partvíst av útlendsku leikstjórunum, sum ikki skilja brigdini í føroyska málinum, og partvíst av spælinum hjá føroysku leikarunum, sum til tíðir er stívligt. Ein fjórða orsøk er kanska, at føroyskt er so óroynt á stóra løriftinum. Vit eru framvegis óvon við bæði at hoyra og tosa føroyskt í tí samanhanginum – serliga samanborið við danskt og enskt, tvey rótfest filmsmál.
Tað er bara spæl
Føroysku sjónleikararnir eru bulurin í søguni, og sum heild klára teir seg heilt væl, tó at góðskan svingar nakað frá løtu til løtu. Eg havi hug at taka fram Mariann Hansen, sum klárar seg meistarliga væl í leiklutinum sum Anita Ravn, politistur. Leikluturin leiðir tankarnar til Frances McDormand í filminum Fargo (1996) eftir Coen-beiggjarnar, har hon spælir ein politist, ið ber barn og verður ovastur politistur í einum stórum drápsmáli. Mariann, eins og McDormand, spælir leiklutin við heitleika, stórari empati í eygunum og einum íbornum humori, sum blæsur eitt frískt lot av menniskjansleika inn í røðina.
Sum heild riggar politistøðin væl, hon er eitt livandi, natúrligt stað, og tað eru serliga Mariann Hansen og Hjálmar Dam, sum skapa ta kensluna. Tey hava humor og heitleika. Eg kundi hugsað mær at sæð fleiri senur bara við teimum báðum.
Tað er ein sonn fragd at síggja Olaf Johannesen í hesum høpinum. Chef's kiss. Hann spælir dupultmoralska reiðaran Ragnar í Rong við meistarligari dýpd. Tað býr so nógv í hvørjari gerð og hvørjum setningi, sum hann framførir, har eru so nógv løg og so stórur intensitetur, at tað fær framførsluna hjá Ulrichi Thomsen at kennast grunna, hóast hann als ikki spælir illa. Hannis Martinsson er bara ikki ein djúpur persónleiki í hesari røðini, hann er heldur tvídimensionalur. Í eftirarbeiðinum hava tey roynt at givið honum størri dýpd við at nýta røddina hjá Sonju sum eitt greb, so at vit koma inn í høvdið hjá honum og skilja hann betur, men leikluturin kennist framvegis ikki nóg livandi.
Hannis er ein idealistur, eins og dóttirin, stýrdur av rættvísiskensluni og hevndarhuganum vegna Sonju. Hann er miðvísur, konsentreraður og uppsøkjandi, ein dugnaligur journalistur. Tað er kanska tað, sum er trupulleikin. Hann er ov góður, ov hampiligur í mun til ófantaliga drankaran Hannis, sum vit kenna hann úr bókunum.
Men er tað ikki eitt frískt brot við gomlu klisjuna um brennivínsdetektivin við ivasama moralska kumpassinum? Jú, kanska. Eg haldi í øllum førum, at persónleikin manglar dýpd, demonir, baksøgu. Kanska meira kundi staðið upp á spæl fyri hann persónliga. Tað er kanska tað, at Hannis er ov góður, og Ragnar ov óndur. Hetta ger dynamikkin teirra millum ov einfaldan.
Leikluturin hjá Mariu Rich er hinvegin ikki svartur og hvítur. Hon hevur nógv at stríðast við og kemur í eina sera torføru tvístøðu, har hon skal velja millum sonin og arbeiðið. Hennara móðurinstinkt stríðist ímóti hennara natúrligu fatan av, hvat er rætt at gera – bæði sum menniskja og politiovasti. Tað er ein áhugaverdur leiklutur, og hon spælir hann væl.
Men hon megnar ikki málsligu avbjóðingina serliga væl, og tað tekur eitt sindur frá framførsluni. Hon tykist ikki at hava gjørt sær nóg stóran ómak at læra seg føroyska úttalu, og tá er frægari at bara úttala á donskum – eg hugsi serliga um navnið á soninum, Gunnar, og fyri so vítt eisini hennara egna navn. Tað ger, at hon kennist ikki sum ein veruligur persónur. Eg varnaðist eisini, at tey nakrar ferðir hava gjørt hálvklossutar eftirsynkroniseringar fyri at bjarga hennara úttalu, millum annað tá hon sigur "Gásadalur" í fyrsta parti. Sovorðið tekur hyggjaran (í øllum førum meg) úr senuni.
Danmark vs. Ísland
Trom kann lættliga býtast sundur í tveir partar: Danska framleiðslan (part 1-3) við Barfoed/Wildner sum ávikavist leikstjóra/fotografi og so íslendska framleiðslan (part 4-6) við Ólafsson/Guðbjartsson á odda. Eg haldi heilt greitt, at tað er meira stílur yvir íslendsku framleiðsluni í seinnu helvt, har allar tær best filmaðu senurnar finnast. Eg hugsi til dømis um senuna á kontórinum hjá Ragnari, tá hann avhoyrir Jenny (Sissal Drews Hjartalin), og myndatólið spakuliga glíður tvørtur um stóra mahogniborðið. Ella meistarliga senan við døgurðaborðið, tá Hannis er komin at vitja Ragnar, og tað endar við at klippa millum profilin á teimum báðum stóru kanónunum, og Hannis lenar seg tættari inn og hóttir við at drepa Ragnar. Tað hoyrir sjálvandi eisini søguni til, hvussu væl skrivaðar hesar senurnar eru, men sum heild hevur seinna helvtin bara ein kulari stíl í filmingini. Sum mótdømi kann eg nevna senuna í Sandagerði, sum tykist øgiliga kaotisk og trilvandi við øllum statistunum og hondhildna stílinum, har tað kennist eitt sindur ov tilvildarligt, at tað er Hannis heldur enn alt politifólkið, sum skal lyfta Sonju upp úr sjónum.
At enda
Eg havi hug at siga nógv meira um Trom. Tað er eitt flótandi verk, senurnar eru rytmiskar í klippingini og ljóðviðgerðini, og søgan gongur miðvíst frameftir. Eg havi hug at skriva meira um verjurøðuna hjá Haraldi Martinssyni (Hans Tórgarð) um burðadygga veiðu, havi hug at skriva um reiðarafyribrigdið og umhvørvið, men fram um alt havi eg bara hug at rópa so hart, sum eg kann, uttan at vekja grannan: Hallelujah.
Vit hava eina føroyska sendirøð fyri 30 milliónir krónur á altjóða støði. Tað er at fegnast um, og tað skulu vit fegnast um. Vit skulu dyrka at hoyra føroyska málið, síggja okkara dugnaligu sjónleikarar, okkara barndómsgøtur, ta stórslignu náttúruna, kenna familjulimir og vinfólk aftur millum statistar – alt hetta á tí stóra skíggjanum, sum fer út til allan heimin.
Bara tað, at Trom finst, er eitt framúrskarandi avrik, sum Torfinnur Jákupsson og Jón Hammer hava framt, og tað eiga teir alla æru uppiborna fyri. Haldi meg hava hoyrt Torfinn siga nakað soleiðis í útvarpssamrøðu: Hetta er bara byrjanin.