“Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er íløga í okkara felags framtíð. Ein íløga í eina sunna og burðardygga kommunu, har umhvørvisfyrilit, vælferð og trivnaður ganga hond í hond.”
Soleiðis verður sagt í fororðinum til umhvørvispolitikkin hjá Tórshavnar kommunu 2026-32, sum Rannvá Arge og Óluva Zachariasen hava samskipað, og sum varð lagdur fram í Perluni týsdagin.
Umhvørvispolitikkurin, sum hevur fingið heitið “Saman um grønu framtíðina”, fevnir um tríggjar høvuðstættir, sum eru:
· Náttúra og lívmargfeldi
· Útlát og orka
· Ringbúskapur og burturkast
Aftan á framløguni var høvi hjá áhoyrarunum at taka orðið, og talan var um gott og gevandi orðaskifti.

Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu kann lesast her
