Ongi úrslit

U21: Grannabrak ímóti Íslandi

Føroyar komu í EM-bólk saman við Fraklandi, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estlandi. Her kanst tú síggja dystarskránna

Jonhard Hammer
6. februar 2025 kl. 19:55

Í alt tíggju dystir skulu spælast í komandi EM undankapping hjá føroyska U21 fótbóltslandsliðnum, eftir at lutakast var í Nyon í Sveis hósmorgunin.

Føroyar komu í bólk C, saman við Frankaríki, Sveis, Íslandi, Luksemborg og Estlandi. Og eftir lutakastið setti londini seg saman at samráðast um dystarskránni, sum eftir lítlari løtu varð fingin upp á pláss.

Av teimum 10 dystunum spæla Føroyar seks dystir í ár, og fýra í 2026. Lagt verður fyri leygardagin 7. juni, á útivølli móti Estlandi, meðan fyrsti heimadysturin verður í Klaksvík fríggjadagin 10. oktobur, tá Frankaríki kemur á vitjan.

Dystarskráin 2025
7. juni Estland – Føroyar
4. sept. Ísland – Føroyar
9. sept. Luksemborg – Føroyar
10. okt. Føroyar – Frankaríki
14. okt. Føroyar – Sveis
17. nov. Frankaríki – Føroyar

2026
27. mars Sveis – Føroyar
25. sept. Føroyar – Estland
30. sept. Føroyar – Luksemborg
6. okt. Føroyar – Ísland

EM endaspælið verður í Albania og Serbia í 2027.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57