Hóast føroyska U20-kvinnulandsliðið ikki vann seg til HM-endaspælið upprunaliga, so hava Føroyar nú fingið eitt sonevnt wild card frá IHF.
Tá einki land úr Osiania luttekur, so er teirra pláss farið víðari til eitt av londunum næst í røðini og fall hetta nú til Føroyar. Lutakastið um bólkabýtið hevur longu verið, og eru Føroyar í bólki H saman við Kroatia, Japan og Noreg.
Endaspælið verður leikt í Jinzhong í Kina í døgunum 24. juni til 5. juli.