Ongi úrslit

Twitter hevur slettað yvir 1.000 rasistisk uppsløg

Sosiali miðilin Twitter hevur slettað yvir 1.000 tweeterboð móti enskum leikarum

Sigurjón Einarsson
12. juli 2021 kl. 17:01

Twitter upplýsir, at yvir 1.000 tweeterboð eru slettað og fleiri brúkarar eru strikaðir, eftir at fleiri enskir leikarar við myrkum húðaliti í gjárkvøldið eftir EM-finaluna vóru fyri atfinningum, tí teir høvdu brent síni brotsspørk.

Talan er um Marcus Rashford, Jadon Sancho og Bukayo Saka, ið fingu hatskar viðmerkingar eftir dystin.  

Tað skrivar Reuters.

Twitter upplýsir, at uppsløg eru beind burtur og brúkarar strikaðir við hjálp av algoritmum og metingarfólkum.

– Vit halda áfram at beina tweeterboð burtur, tá vit finna tey ella brúkarar, ið bróta okkara reglur, sigur ein talsmaður fyri Twitter, sambært Reuters.

Fleiri fyritøkur í Onglandi hava í dag boðað frá, at finna tey útav, at okkurt starvsfólk hjá teimum hevur skrivað rasistiskar dagføringar ella viðmerkingar um ensku landsliðsleikararnar, so verða tey søgd úr starvi.

Mest lisið hesa vikuna

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

30. juni kl. 07:44

Læknar hava svikað fyri milliardir

Í gjár kl. 17:00

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Skapa ótryggleika í Steinatúni í Havn

1. juli kl. 07:45

Gjald áðrenn etið verður

11 tímar síðan

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00