Í dag gevur Posta tvær nýggjar frímerkjaútgávur út umframt ársins jólamerki.
Jólamerkini 2025
Føroyska listakvinnan, Fríða Laksáfoss hevur sniðgivið ársins jólamerki, sum mynda hugnaligar bý- og bygdarmyndir úr Føroyum.
Eitt, sum altíð hevur hugtikið hana, eru bygdir og býlingar í Føroyum við teirra litríku og søguligu húsum. Tá ið Fríða var barn, vóru tað ikki leikur, ið drógu hennara ans mest. Tað, sum altíð lá fremst á hennara borði, vóru litblýantar og máling. Har sat hon ofta og teknaði ella málaði, og soleiðis gjørdist listin ein tryggur og fjálgur frístaður og ein týðandi partur av hennara gerandisdegi.
Avlopið av søluni fer til Jólamerkjagrunnin, ið hevur til endamáls at stuðla tiltøkum fyri børn og ung í Føroyum.
Telefonsamskifti í 120 ár
Í 1905 varð tann fyrsta telefonlinjan í Føroyum tikin í nýtslu, og var hon ímillum Vestmanna og Havnina. Tað var Ólavur á Heygum, sum tók stig til at leggja telefonlinjuna. Hann hevði tá skrivað fleiri brøv til Løgtingið við ynski um at leggja hesa telefonlinjuna og fekk eftir drúgvar samráðingar loyvi til at leggja linjuna fyri egna rokning.
Longu árið eftir yvirtók Føroya Løgting telefonsamskiftið og endurrindaði Ólavi allar útreiðslur fyri at leggja ta fyrstu linjuna. Síðan gekk útbyggingin skjótt fyri seg. Arbeiðsmenn komu úr Danmark at leggja telefonlinjur, og sum tann seinasta av stóru oyggjunum varð telefonsamband til Suðuroyar tikið í nýtslu í september 1907.
Anker Eli Petersen legði til rættis.
Vættrajól
Um jóltíðir ber ofta til at síggja fótaspor eftir vættrum í kavanum, og ert tú tíðliga uppi, kanst tú vera so heppin at síggja eina vættur renna inn undir ein stein ella eitthvørt skjóli. Men ert tú sera tolin og stillur, kanst tú kanska síggja tvær fittar vættrar, sum sita á einum steini og spæla jólatónleik uttanfyri húsini, har børn liggja og sova.
Janus á Húsagarði hevur teknað fittu jólafrímerkini.
Fáast til keyps
Frímerkini fáast til keyps á www.stamps.fo og á posthúsum kring landið. Á heimasíðuni ber eisini til at lesa áhugaverdar greinar um føroysk frímerki.