Ein bilur koyrdi inn í eina mannamúgvu í miðbýnum Leipzig í Týsklandi mánadagin.
Løgreglan upplýsir, at tvey fólk eru dripin, sambært týsku sjónvarpsrásini MDR.
Bilførarin var handtikin eftir hendingina, upplýsir týska løgreglan á X. Viðkomandi er ikki longur ein hóttan, upplýsir løgreglan.
Týski miðilin Bild skrivar eisini, at í minsta lagi átta fólk hava fingið skaða eftir hendingina.
Sambært fjølmiðlunum var bilurin sagdur at vera komin við stórari ferð gjøgnum Grimmaische Strasse, sum er ein vælumtókt handilsgøta í býnum.
Sambært miðlinum Deutsche Welle hevur borgarstjórin í Leipzig, Burkhard Jung, váttað fyribils deyðstalið.
- Tað er ørkymlandi. Tað einasta, eg kann gera beint nú, er at vísa samkenslu við familjunum hjá ofrunum, sigur Jung við tíðindafólk á staðnum.