Evelin Da Silva Mastropasqua og Katlyn Soares venda heim aftur til 07 Vestur.
Tað er við stórari gleði at vit kunnu kunngera, at Evelin og Katlyn venda heim aftur til 07 Vestur, eftir tvey ára útlegd.
Tær báðar komu fyrstu ferð til Føroyar í 2021, tá ið 07 Vestur meldaði kvinnuliðið til Betri deildina á fyrsta sinni. Tær spældu við 07 Vestur fram til summarsteðgin í 2023, har tær valdu at leita sær eftir nýggjum avbjóðingum.
Evelin fór eitt stutt tíðarskeið til B36 og hevur síðani spælt við NSÍ, har tað hevur gingið henni væl.
Evelin er skrásett fyri 109 dystir og 35 mál í Betri deildini.
Evelin er ein evnaríkur leikari og er serliga eyðkend fyri sína ferð og driblistyrki.
Katlyn fór eitt stutt tíðarskeið til EBS/Skála, síðani fór hon heim aftur til Brasil. Katlyn kom aftur til landið fyrst í 2025 fyri at spæla við FC Hoyvík.
Katlyn er skrásett fyri 77 dystir og 2 mál í Betri deildini.
Katlyn er ein verjukendur leikari, og er serliga eyðkend fyri at vera sterk í luftdystum.
Hesar báðar eru ein styrkur bæði á og uttanfyri vøllin.
Vit eru fegin um, at Evelin og Katlyn hava valt at komið aftur til 07 Vestur, og síggja fram til eitt spennandi og mennandi kappingarár hjá okkara kvinnum.
(Tøl sambært faroesoccer.fo)