Á Marknoyrarvegi er gott at koyra - men har er bara loyvt at koyra 50
Tveir fingu bót fyri at koyra ov skjótt
Teir fingu báðir klipp í koyrikortið
Áki Bertholdsen
4. september 2024 kl. 10:10
Í gjár gjørdi løgreglan í Suðuroy ferðslukanningar. Hesa ferð vóru tey í bygdum øki í Vági, á Marknoyrarvegi, sum er ein góður og breiður vegur, men har tað bara er loyvt at koyra 50.
Men løgreglan sigur, at har stóð bara væl til, tí tað vóru bara tveir bilførarir tiknir fyri at koyra ov skjótt. Men aftur fyri koyrdu teir so mikið skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman.