Ongi úrslit

Tveir dýrir biltúrar

Áki Bertholdsen
9 tímar síðan

Jólaaftan var í gjár og tað er friðaligasti dagur í árinum. Løgreglan sigur eisini at tað var ómetaliga lítið av fólki at síggja úti, ella í bili, í allan gjár.

Men heilt arbeiðsleys er løgreglan sjáldan, og tað varð hon heldur ikki í gjár.

Løgreglan sigur, at á miðdegi í gjár varð ein bilur steðgaður á Hvítanesi og tá ið bilførarin varð kannaður, fekk løgreglan illgruna um, at hann var ávirkaður av rúsevnum.

Tað er hann nú skuldsettur fyri og blóðroynd er tikin av honum. Úrslitið av henni verður so avgerðandi fyri, hvussu farið verður fram í málinum.

Og tá ið løgreglan koyrdi runt mitt í nátt, møttu tey einum bili, har tað eina løgreglufólki kendi føraran aftur og mintist, at hann hevði stutt síðani mist koyrikortið.

Bilurin varð steðgaður og rætt var, hann hevði mist koyrikortið í heyst.

Tað eru fastar reglur fyri bilførarar, sum koyrir bil í frádømingartíðini, tí tað kostar 10 dagar í Mjørkadali.

Men í hesum føri er ikki heilt greitt um endaligur dómur er fallin í tí málinum og tí er hann skrivaður upp fyri at koyra við ongum koyrikorti.

Men tað eru eisini fastar mannagongdir fyri hesum, tí tað kostar eina bót upp á 5.000 krónur.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57