Ongi úrslit

Tunnilin má koma

og vit mugu trúgva uppá, at hann fer at koma

Sólfríð Bech Hammerfoss
15. mars kl. 19:26

“Tunnilin má koma – og vit mugu trúgva uppá, at hann fer at koma”

So bersøgnir vóru luttakararnir í sendingini Trapputing, ið varð send beinleiðis úr SALT seinasta fríggjakvøld í KVF. Tað var kanska natúrligt at Suðuroyartunnilin fylti stóra partin av sendingini, tí hetta er nakað, ið fyllir sera nógv hjá okkum øllum, ið eru búsitandi í Suðuroynni.

Sum tað varð nevnt í sendingini, so birtist ein vón hjá suðringum, tá ið uppskotið um at fara í gongd við at projektera og bjóða út Suðuroyartunnil, varð samtykt til 3. viðgerð í løgtinginum, og eru vit nú farin at trúgva upp á, at verkætlanin kann gerast veruleiki.

Almenna kjakið og miðlingin um Suðuroynna og Suðuroyartunnilin hevur verið sera døpur seinastu tíðina, men í sendingini megnaðu luttakararnir at føra fram, at Suðuroyartunnilin ikki einans gongur ein veg, men tveir vegir. Tað eru ikki einans suðringar, ið fáa fast samband við meginøkið; meginøkið fær eisini fast samband við Suðuroynna. Rós til tykkum fyri tað.

Suðuroyggin hevur so sanniliga nógv at bjóða restini av landinum. Her eru góðir møguleikar at menna sertænastur innan heilsuøkið, útbúgvingarøkið, mentan og ferðavinnu, og kann menningin av hesum longu fara í gongd, tá ið vónin um tunnilin er vorðin ítøkilig. Einar samanbundnar Føroyar og ein samhaldsføst samferðsla tryggjar øllum føroyingum javnbjóðis møguleikar at liva og virka í Føroyum.

Suðuroyartunnilin er størsta verkætlan, ið landið nakrantíð er farið í gongd við, og hon fer at krevja fígging. Ein fíggingarmøguleiki, ið hevur verið førdur fram, er at taka danskt statslán, ið helst er lagaligasta loysnin tá tað snýr seg um afturgjaldstíð og rentur.

Hóast umbønin um statslán skal koma frá Føroya løgtingi og løgmanni, og endaliga avgerðin liggur í løgtinginum, vil eg virka fyri at kanna møguleikan fyri donskum statsláni til Suðuroyartunnilin, verði eg vald á Fólkating.

-X við Sólfríð Bech Hammerfoss, valevni fyri Javnaðarflokkin á Fólkating

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

17 tímar síðan

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

Í gjár kl. 21:05

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01