Tryggur sigur á Ísrael

U20-menn: Føroyar spældu við breiddini og fingu fordeilt orkuna nú tríggir dystir resta í kappingini. Føroyar vunnu 36-29

Myndir: HSF/Jan Gregorc / Rokometna zveza Slovenije
Hondbóltssamband Føroya
15. juli 2024 kl. 16:10

Føroyar lótu ongan iva vera um, at okkara vóru dygdarbetri enn Ísrael. Føroyar stýrdu dystinum frá byrjan og vunnu 36-29, eftir hálvleiksstøðuna 19-14 til Føroyar.

Tað var eyðsýnt frá dystarbyrjan, at Føroyar vildu vísa, at okkara hoyrdu heima hægri í EM-kappingini eftir óhepni lagnuna eftir innleiðandi bólkspælið. Føroyar stýrdu leikferðini og komu fram um 4-0, áðrenn ísraelittar fingu sítt fyrsta mál. Leikferðin var ikki høg, men vælstýrd og komu okkara til góðar kjansir so at siga hvørja ferð. Føroyar skiftu nógv út um miðjan hálvleik og vóru flestu leikarar á vøllinum í fyrra hálvleiki. Hetta ávirkaði rútmuna eitt sindur í føroyska spælinum og vóru heldur nógvi møguleikar brendir ta einum løtuna. Leiðslan var tó hildin, og fóru Føroyar til hálvleiks frammanfyri 19-14.

Ísrael royndi seg við 7 móti 6 í álopinum frá byrjan í seinna hálvleiki og høvdu okkara trupulleikar við flytingunum á strikuni í eina løtu. Ísraelittar komu ov lætt til málini ein løtu, men fingu okkara tíbetur rætta upp og fóru mótstøðumennirnir aftur til 6 móti 6. Í álopinum skoraðu Føroyar nærum hvørja ferð og var leiðslan ongantíð í vanda. Sum heild ein dystur har Føroyar spældu við breiddini og fingu fordeilt orkuna nú tríggir dystir resta í kappingini. Føroyar vunnu 36-29.

Eftir dystin var Jákup Egholm kosin besti leikari hjá Føroyum í dystinum. Jákup gjørdi 5 góð mál uppá 5 royndir av vinstra vongi í dag. Føroysku vengurnir vóru sum heild góðir, har eisini Niklas Gaard og Óla Jákup Gaard Olsen á høgra vongi skoraðu væl við 9 málum sínamillum. Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin, týsdagin kl. 11.00 móti Ukraina. Allir dystir kunnu stroymast her: Start | handball-globe.tv

Dystarskrá, úrslit o.a. frá U20 EM-endaspælinum síggjast her: M20 EHF EURO 2024 Slovenia (eurohandball.com)

Dystargongdin Føroyar – Ísrael

5 min. 4-0

10 min. 7-3

15. min. 10-5

20 min. 13-7

25 min. 14-9

30 min. 19-14

35 min. 22-17

40 min. 25-19

45 min. 28-20

50 min. 32-23

55 min. 34-25

60 min. 36-29

Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 10 (6)

Óla Jákup Gaard Olsen 5

Trúgvi Hávardsson 5

Jákup Egholm 5

Niklas Gaard 4

Helgi Poulsen 3

Ísak Vedelsbøl 1

Høgni Heinason 1

Búgvi Poulsen 1

Tóki Fríðriksson 1

Málverjar:

Aleksandar Lacok 45 min., 8 bjargingar, 29%

Torstein Sivertsen 15 min., 2 bjargingar, 18%