Ongi úrslit

Trygg abort er lívbjargandi heilsurøkt!

Abort.fo
28. sepember kl. 22:00

Í dag er 28. Septembur, Heimsdagur fyri Trygga Abort. Ein dagur við tí

endamálið at savna alla rørsluna fyri fría abort kring allan heimin

undur somu slagorðum. Í ár er hetta "Trygg Abort er Lívbjargandi

Heilsurøkt". Í abort.fo hava vit síðan 2023 virka útfrá tætt slektaðu

slagorðunum "Frí Abort Bjargar Lív", tí at tað er okkara ásanning at

abort er púra vanlig og lívbjargandi heilsurøkt.

Føroyar hava eina heilsurøktarkreppu. Tann núverandi avoldaða lóggávan,

ið er frá 1956, er eitt ótespiligt brot á CEDAW -

Kvinnurættindasáttmálan, og avmarkar rættin hjá kvinnum og øllum ið

kunnu blíva upp á vegin, til vanliga heilsurøkt. Tað er av hesi orsøk at

vit í av fyrst settu hettar átaki í verk. Aftaná 28. Septembur í 2023

ásannaðu vit at í Føroyum var tørvur á eini rødd, ið virkaði fyri at fáa

eina tíðarhóskandi og virðisliga dagførðing av abortlóggávuna á dagskrá.

Á Heimsdegi fyri Trygga Abort í 2023 heittu 44 Evropeiskir felagsskapir,

millum annað Amnesty International og Sex og Samfund, øll lond í Evropa

um á at áseta abort viðmælini hjá Altjóða Heilsustovninum (WHO), Íroknað

Føroyar. Summi av teimum týdningarmiklastu punktinnum, ið hesir

felagsskapirnir staðfestu í viðmælinum, vóru at londini mugu

fullkomiliga avkriminalisera abort, og víðka um abortmarki yvirum 12.

Viku. Vit í Abort.fo, hava síðani útfrá viðmælinum hjá WHO og

heilsumálaráðunum í Danmark, Svørríkis, Bretlandi og Íslandi og í

samstarv við okkara netverki, útgivi politiska grundskjalið "Abort.fo:

Ein Tíðarhóskandi Abortlóggáva".

Vit eru fegin um at hava funnið samband við eitt støðugt vaksandi og

heimsfevnandi netverk av felagsskapum ið stríðast fyri fría abort. 28.

Septembur er ein dagur har ið vit finnast saman óansæð okkara politisku,

ideologisku, strategisku fjøllbroytnið og nátúrligu ósemjum. Akkurát 28.

Septembur bleiv valt, tí hettar er dagurin har ið Trælahaldi í Brasilia

bleiv avtikið. Dagfestingin vísur á at abort er eitt intersektionelt

stríð, ið ávirkar rasialiseraðar minnilutar og kynsminnilutar ymiskt.

Okkara fjøllbroytni er okkara styrki, ið kann hjálpa at síggja

heildarmyndina.

Ein kanning hjá The European Parliamentary Forum for Sexual and

Reproductive Rights vísur á at høgraviðgongd antikynsrættinda aktivisma

í Evropa í tíðarskeiðinum 2019-2023 fekk meira enn 6.5 milliardir krónir

í fígging frá átrúnaðarfundamentalisktiskum trýstbólkum. Í eini tíð sum

hesa so er abortsamhaldsfesti, ið var slagorði 28. Septembur í fjør, ein

av okkara tídningamiklastu amboðum í stríðinum at tryggja øllum

kropsligt sjálvræði. Saman við aktivistum og felagsskapum í

nábúgvalondum okkara vóna vit at kunna vísa á ymisk sjónarmið og skapa

eina meira umboðandi og fjøllbroytta samrøðu um abort í Føroyum. Ein

samrøða uttan stýring frá hvørgan átrúnaðarligum felagsskapum,

politiskum flokkum ella ágangandi abort stigma.

Í ár hava vit í samstarv við Shout Your Abortion og listafólkið Mar

Lorenzo (aka marmarmaremoto) gjørt eina vakra plakat ið nemt kann

heintast niður á heimasíðu okkara saman við aðrar plakatir hjá Abort.fo.

Á heimasíðuni hjá Shout Your Abortion kann man eisini finna eitt úrval

av ymiskum útgávum av plakatini, ið øll varpa ljós á ymiskar abort

felagsskapir kring heimin ið virka fyri at tryggja øllum rætt til

lívbjargandi heilsurøkt.

Vit taka undur við øll krøv ið 28. Septembur átaki hevur sett fyri 2025,

og hava valgt at endurtaka nøkur teirra ið vit meta vera átrokandi í

Føroyum. 1) Føroyar skal virða menniskjarættindini við at dagførða

lóggávuna so at abort er avkriminalisera og avtaka allar

straffiparagraffinar. 2) Lóggávan skal víkkast so at treytinar at fáa

eina abort eru lættari at lúka, at ovaramarki á abortrøkt er hægri, og

tryggja at tey ið búgva á bygd og útoyggj lætt kunnu koma at abortrøkt.

3) Landsstýri hevur ábyrd at tryggja at landi ikki brýtur

menniskjarættindasáttmálan og at støði hjá heilsumálaráði grundar í

altjóða standardum fyri reproduktivum rættvísi. 4) Fígging verður veitt

abortveitarum og felagsskapum ið forspráka fyri abort í samfelaginum,

hendan fíggin skal fíggjarliga javnseta grassrótsaktivismu og

feministiskar felagsskapir og gera teirra virksemi haldført, serliga

skal fíggindin leggja dent á teir felagsskapir ið umboða kvinnur,

qveerpersónar, ung og útsettar minnilutabólkar. Vit heita øll á at lesa

alt skrivi og krøvini ið eru at finna á September28.org.

Góðan Heimsdag fyri Trygga Abort!

Ein Tíðarhóskandi Abortlóggáva NÚ!

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

Í gjár kl. 13:13

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

20 tímar síðan

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20